email samfelagid@outlook.com

FINN RITGERÐ

Yvirlit yvir samfelagsfrøðiligar ritgerðir, skrivaðar av føroyskum samfelagsfrøðingum.



Aldur er hvat vit gera tað til

On the making of age - a constructionist study on ageing and later life in the faroe islands

Ása Róin
Linköping Universitet, 2015

Enskt mál

Altjóða sambond - Makrelkríggið

International Relations - "The Mackerel War"

Runa Preeti Høgnesen
Aalborg University, 2011

Enskt mál

Arbeiðsumstøður hjá útlendingum umborð á føroyskum fiskiskipum

Working conditions on board Faroese fishing vessels

Marita Klein Joensen
Copenhagen Business School, 2015

Enskt mál

Hvørjar eru arbeiðsumstøðurnar hjá útlendingum umborð á føroyskum fiskiskipum? Betri arbeiðsumstøður týða ofta á dýrari rakstur fyri fyritøkurnar. Hvussu er eftirlitið við útlendingum umborð á føroysku fiskiskipunum? Útlendingaøkið er enn danskt málsøkið og tað ger eftirlitið meira komplekst. Hvussu kunnu arbeiðsumstøður og eftirlitið gerast betri? Sum nú er taka ymsir stovnar sær av ymsum partum av eftirliti í fiskivinnuni, ið ger at eftirlitið av arbeiðsumstöðum og arbeiðsloyvum er mestsum ikki til.

At byggja brýr - Hvussu Facebook knýtir føroysk tingfólk nærri teirra veljarum

Bridging the Divide: How Facebook is Bringing Faroese MPs Closer to their Constituents.

Hallur av Rana
Durham University, 2014

Enskt mál

Síðan aldarskiftið hevur rúkandi tøkniliga menningin latið dyrnar upp fyri eini ørgrynnu av samskiftismøguleikum, ið hava kollvelt gerandisdagin hjá vanliga borgaranum. Ritgerðin viðgerð hvussu Facebook hevur broytt samskiftið millum tingfólk og teirra veljara

Avbjóðingar á einum altjóða marknaði - Føroysku fiskavirkini og teirra møguleikar

Udfordringer på et globalt marked - Den færøske fiskeforarbejdende industri og dens muligheder

Búgvi Poulsen
Københavns Universitet, 2004

Danskt mál

Ein burðardygg vinna? Mentanarligar og samfelags-økologiskar broytingar í føroyskum fiskiskapi

Meanings and Practises Related to Fishing on the Faroes

Elisabeth Skarðhamar Olsen
Lund Universitet, 2011

Enskt mál

Ritgerðin er ein human økologisk viðgerð av føroyskum fiskiskapi og kjakinum um burðardygga fiskivinnu grundað á feltarbeiði í Føroyum várið 2011. Fyrri parturin lýsir broytandi týdningin, sum fiskiskapur hevur havt fyri føroyska mentan og samfelags-búskaparliga metabolismu ígjøgnum fýra ymisk tíðarskeið í føroyskari umhvørvissøgu, og hvørja ávirkan hesar samfelags-økologisku broytingar kunnu hugsast at hava havt á føroyska tilverufatan. Seinni parturin av ritgerðini er ein “governmentality” greining av føroysku fiskidagaskipanini, og ein greining av diskursivu konstruktiónini “burðardygg fiskivinna” í føroyskum samfelagskjaki. Spurningar, sum verða viðgjørdir í seinna parti, eru m.a., hvat eyðkennir rationalitetin sum fiskidagaskipanin virkar eftir? Og hvat meina ymiskir áhugapartar í føroysku fiskivinnuni við, tá ið teir bera fram hugtakið “burðardygg fiskivinna”? Heilt yvirskipað so varpar ritgerðin ljós á, hvussu føroysk fiskivinnusøga og nútíðar kjak og ósemjur í føroysku fiskivinnuni eru knýtt at størri altjóða mentunarbúskaparligum og politiskt økologiskum spurdómum. Argumentið, sum ritgerðin førir fram, er, at ovfisking og kreppan í fiskivinnuni er eitt úrslit av modernitetshugsjónini um menning, framburð og vøkstur, og at tað ikki ber til at loysa hesar truppulleikar ígjøgnum eitt nú tøknifrøðiligar skipanir og institutionsreformar uttan so, at man eisini samstundis fer undir grundleggjandi broytingar av okkara núverandi búskaparskipan.

Eitt dagtilboð fyri øll?

Et dagtilbud for alle? En undersøgelse af pædagogisk praksis i færøske dagtilbud i et inklusions- og anerkendelsesperspektiv

Elin Debes
Danmarks Pædagogiske Universitet, 2011

Danskt mál

Er neyðugt at spenna bein fyri Kina? Ein kritisk viðgerð av rikna Kina-polikkinum hjá Obama

Is Pivoting Necessary? A Critical Contextualisation and Assessment of the Obama Administration’s China Policy.

Svein Magnason
King's College London, 2014

Enskt mál

Eittans stórveldi hevur í fjórðings øld einsamalt sett dám heimspolitiska vígvøllin. Men seinastu árini hevur Kina á flestu økjum av álvara tikið dik á seg, og tað hevur fingið USA at leggja á annan bógv, og reka ein meiri harðrendan Kina-politikk. 
Er Kina tó nøkur verulig hóttan ímóti USA? Og er tað veruliga neyðugt hjá USA at seta hart móti hørðum til tess at temja Kina?
Ritgerðin viðger stóru spenningarnar millum USA og Kina við støði í uttanríkispolitikkinum hjá Obama.

Forbrúksmentanir hjá børnum

Children's cultures of consumption

Erika Anne Hayfield
Napier Business School, 2007

Enskt mál

Fólkið í nýmótans fólkaræðinum – ein greining av meðborgarskapi í Føroyum

Folket i det moderne demokrati - en analyse af medborgerskab på Færøerne

Hallbera West
Københavns Universitet, 2004

Danskt mál

Út frá ástøði um fólkaræði og hugtakinum um meðborgarskapi, tengt at skandinaviska vælferðarmyndlinum, greinar serrritgerðin støðið á meðborgarskapi í Føroyum. Í sambandi við serritgerðina var ein umfatandi kvantitativ spurnakanning gjørd á sumri í 2004. Metingin av meðborgarskapi í Føroyum er gjørd út frá samanberandi kanning, har úrslitini frá føroysku kanningini verða samanborin við úrslit frá skandinavisku londunum.

Fráflyting av lærdari arbeiðsmegi - ein tilburður av "brain drain" í Føroyum

Migration of the highly skilled: the case of brain drain in the Faroe Islands

Sigrið Zachariasen
Univeristy of Aberdeen, 2013

Enkst mál

Ritgerðin metir um, í hvønn mun Føroyar vóru (í 2013) raktar av einum "brain drain", t.v.s. fráflyting av lærdari arbeiðsmegi, um tað er eitt kynsligt aspekt í fráflytingini, og hvørji framtíðarútlitini eru. Kanningin var grundað á spurnarbløð, sum føroyingar lesandi uttanlands svaraðu. 

Føroyskir sjómenn - millum sjómanslív og familjulív

Sømandsliv på Færøerne - en livsform i frihed og konflikt

Annika Steintórsdóttir Biskopstø
Roskilde Universitet, 2016

Danskt mál

Serritgerðin byggir á eina empiriska kanning, um hvussu seks føroyskir sjómenn uppliva og handfara at flyta seg ímillum tveir mentanaligir samanhangir; úti og heima. Kannað verður hvørjar orsøkir liggja handan hetta slag av lívshátti og somuleiðis verður diskuterað um lívshátturin er í samljóði ella í stríð við samfelagsrákið.

Føroyskur fiskivinnupolitikkur – ein institutionel greining

Færøsk fiskeripolitik – en institutionel analyse af et reguleringsregime

Jóhan Pauli Helgason og Stefan í Skorini
Københavns Universitet, 2009

Danskt mál

Við støði í m.a. institutionellari teori viðger serritgerðin, hvussu føroysk fiskivinna verður stýrd, hvørjir stovnar og leikarar hava avgerandi týdning í mun til stýringina og hvønn týdning ”institutiónirnar” innan vinnuna hava.

Serritgerðin kannar, hvussu hesar institutiónir eru vorðnar til og hvussu tær eru mentar við tíðini til ta skipan vit hava í dag og hvørja ávirkan hetta síðani hevur á m.a. burðardygd innan fiskivinnuna.

Føroysk uttanríkisviðurskifti - Samstarv tvørtur um útnorður

Faroese Foreign Affairs - Cooperating Across the West Nordic Region

Anna Sofía Lava
Roskilde Universitet, 2015

Enskt mál

Ritgerðin kannar, hvussu parlamentariska samstarvið í Útnorðurráðnum (ÚNR), kann gerast ein lutur í at fremja og verja føroysk áhugamál. Føroyar hava átikið sær meira ábyrgd frá donsku stjórnini, umframt at Føroyar eru vorðnar meira virknar á altjóða pallinum, sum ein avleiðing av, at føroysk og donsk áhugamál hava verið serskilt innan ávís øki. Samstarvið í ÚNR er serstakt av tí, at tað er eitt kervissamstarv heldur enn stigskipað samstarv, umframt at limalondini eru samansett av bæði fullveldis- og ikki-fullveldislondum. Harafturat er samstarvið í ÚNR styrkt seinastu árini, og miðsavnar seg enn meira um um felags økis- og trygdarpolitisk viðurskifti, við tí endamáli at fáa ávirkan á viðurskifti í útnorðri, ið bæði skapa avbjóðingar og møguleikar fyri Føroyar, Grønland og Ísland. Kanningin vísir, at tað er neyðugt at lyfta samstarvið upp á eitt hægri politisk stig, um føroysk áhugamál skulu gerast ein størri partur av altjóða politisku dagsskránni.

Globalisering og lokal samfelagsmenning

Globalisation, Embeddedness and Local Coping Strategies

Gestur Hovgaard
Roskilde Universitet, 2001

Enskt mál

Ritgerðin viðgerð lokalar strategiir fyri menning í einum globalum perspektivi. Globalisering verður sæð sum ein tilgongd, ið leggur sterkt strukturelt press á fiskivinnusamfeløgini í útnorði, hetta eisini við ógvusligum kreppum sum fylgi. Samstundis verður gjørt greitt, at summi fiskivinnusamfeløg megna betri enn onnur eina innovativa umstilling, og tað er forkláringar uppá hesar mekanismur, ið leitað verður eftir. Ritgerðin byggir empiriskt á case-studium í fiskivinnumsamfeløgnum Klaksvík og Båtsfjord, og førir m.a. fram at globalisering eisini er við til at frígeva nýggjar resursir og møguleikar, sum kunnu mobiliserast gjøgnum sjálv-refleksivar strategiir, grundaðar í lokalum kollektivum responsi og traditiónum.

Gloymdu føroysku krígsveteranarnir og teirra bardagi

De glemte veteraners kamp - et kvalitativt studie af færøske krigsveteraner fra Afghanistan

Georg L. Petersen
Aarhus Universitet, 2015

Danskt mál

Nógvir føroyingar hava gjørt hertænastu í danska herinum og verið í tænastu í krígsraktum pøtrum í heiminum, millum annað í Afghanistan. Fleiri vetaranar hava avbjóðingar, tá teir koma heim. Her verður spurt, um samanhangur er millum hvar føroyskir veteranar búseta seg og hvussu teir klára seg

Hevur eitt land í herstøðu rætt til at svara aftur ímóti krígshóttanum uttanifrá?

Has the Iron Dome Changed the Legitimacy of Responding to Rocket Threats?

Súsanna Jógvansdóttir Christiansen
Tel Aviv University, 2015

Enskt mál

Hevur eitt land í herstøðu rætt til at svara aftur ímóti krígshóttanum uttanifrá, tá landið hevur so mikið góða tøkniliga verju, at álopini uttanífrá ikki skaða landið í sama mun sum eitt álop skaðar ‘fíggindan’. Ritgerðin viðger verjutøknina “Iron Dome” hjá Ísrael, sum hevur minkað árin av raket skaðum á Ísrael munandi, og Ísraels rætt til at svara aftur ímóti raket hóttanum uttanífrá. Síðani Iron Dome tøknin bleiv tikin í brúk eru ísraelskir borgarar vorðnir nógv tryggari, tá raketálop eru. Talið av fólki, sum hava latið lív ella eru skadd vegna raketálop, er minkað munandi. Vil hetta siga, at Ísrael skal vera meir afturhaldandi, tá svarað verður aftur ímóti raket álopum í til dømis Gaza og Libanon? Ritgerðin tekur støði í ‘Just War Tradition’ ástøðinum, sum er ein karmur um moral í samband við herferð.

Heimkoma - ein mentanarsosiologisk kanning av føroyingum, sum venda heimaftur eftir loknan lestur

Hjemkomst – en kultursociologisk undersøgelse af færinger, der vender hjem efter uddannelse i Danmark.

Barbara S. Berg
Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, 2009

Danskt mál

Føroyingar í útlegd hava verið nógv frammi í almenna rúminum seinastu árini. Sjóneykan hevur m.a. verið á hugtakinum "Brain drain". Serritgerðin viðger evni úr einum øðrum sjónarhorni og tekur støði í, hví føroyingar velja at flyta aftur og hvussu heimkoman hevur verið.

Hvat er trupulleikin? Ein greining av hvussu trupulleikin um negativa fólkavøksturin í Føroyum verður framborin

Hvad er problemet? En analyse af problemrepræsentationen omkring den negative befolkningsvækst på Færøerne

Lív Patursson
Lunds Universitet, 2013

Danskt mál

Høgur kendleiki í smásamfeløgum

Den moderne lilleby og det åndelige liv

Kári Holm Johannesen
Københavns Universitet, 2012

Danskt mál

Hvussu ávirkar tað okkara atburð og hugsunarhátt, at vit øll kennast, ella hava kendskap til hvønn annan? 

Kvinnulig umboðan í Løgtinginum

Kvindelig repræsentation i Færøernes Lagting

Aslaug Gisladóttir
Institut for Statskundskab (KU), 2008

Danskt mál

Ritgerðin kannar hvørjar politiskar, sosiobúskaparligar og mentanarligar frágreiðingar kunnu vera uppá, at kvinnuliga umboðanin í Løgtinginum í 2007 var á støði við tey arabisku londini á 9,4%, hóast at Føroyar geografiskt liggja mitt í javnstøðu háborgini Norðanlondum, við kvinnuligari umboðan á 41%.

Lívlong Vegleiðing í Føroyum - ein ávegis ætlan

Lifelong Guidance in the Faroe Islands - A phenomenological study of progress made and components still missing

Deirdre Hansen
Fróðskaparsetur Føroya, 2017

Enskt mál

Lívlong Vegleiðing í Føroyum -  ein ávegis ætlan  - við mannagongdum fyri íverksetan  á stovnum og í kommunalum økjum.

Lunkaði áhugin fyri fólkatingsvalinum millum føroyingar

Den lunkede interesse for folketingsvalget på Færøerne

Uni Holm Johannesen
Syddansk Universitet, 2016

Danskt mál

Áhugin hjá føroyingum fyri fólkatingsvalinum er lutalfalsliga lítil. Seinastu 40 árini hevur valluttøkan verið 63 prosent í miðal. Valluttøkan til løgtingsvalið hevur verið 86 prosent í miðal sama tíðarskeið. Hví eru veljarar trekir at fara í valhølið og hví seta politisku flokkarnir í Føroyum lítla orku og pengar í valstríðið? 

"MEÐAN FÓLKARÆÐIÐ SVAV?"

"WHILE DEMOCRACY SLEPT?"

Laufey H. Blaasvær
Fróðskaparsetur Føroya, 2022

Føroyskt mál

Abstract

 

Digital privacy is perceived by scholars to be under continuous and constant pressure. The question of considering this theme for a social science study is found relevant, since Faroese society is highly digitalised as well as digitally transformed. The research objective of this master thesis is to examine how digital privacy of its citizens is perceived by Faroese parliamentarians, how they perceive threats, and their mandate as parliamentarians, in this regard. The research was carried out with qualitative semi-structured focused interviews with six members of the Faroese parliament followed by a narrative analysis.   The findings indicate that the respondents may have internalised a global digital imperialistic logic in regard to the necessity of e-governance, rooted in a New Public Management narrative. The non-debate about digital transformation in the Faroese parliament "Føroya løgting" indicates that the respondents perceive digital transformation and the digital as an apolitical object, thus separating the politics of the digital transformation to the power of the market. The respondents narrated that the smartphone is a surveillance tool that unfortunately is being used as a login device to the gateway to the digital Faroe Islands, "Vangin".  Since the Faroese language only uses the term digital and does not distinguish between digitalisation and digital transformation, it is likely that the construction of language has an impact on the invisibility of the perception of digital transformation. The findings also indicate that the respondents give the Tech Giants a Maussian gift when willingly accepting data-mining as the new normal.  

 

Keywords: Digital privacy, digital transformation, analogue perception of the digital, political narratives, the Faroe Islands

Møguleikar og avmarkingar á altjóða pallinum uttan fullveldi: føroyska dømið

Oportunities and Limits for a Non-Sovereign Nation on the International Stage: The Case of the Faroe Islands

Rósa Heinesen
Diplomatische Akademie Wien / Universität Wien, 2018

Enskt mál

Við uttanríkispolitisku heimildarlógini frá 2005 varð staðfest, at grundlógin er vorðin strekt á tamb hvat viðvíkur heimildum til føroyskt altjóða politiskt virksemi. Spurningur hevur tó verið settur við hesa staðfesting, og við støði í søguligum royndum og fordømum eins og samrøðum við núverandi føroyskar og danskar myndugleikar og serfrøðingar er ritgerðin ein kanning av, hvussu Føroyar kunnu økja um sín uttanríkispolitikk og vinna sær ein størri sjálvstøðugan leiklut á altjóða politiska pallinum uttan grundlógarbroyting og uttan loysing.

Politikkur á floti

Politics Gone Fishing

Rógvi Olavson
Copenhagen Business School, 2012

Enskt mál

Bæði vinnubúskaparlig og mentanarlig viðurskifti hava havt ein leiklut, tá ið fiskiskapur søguliga hevur ment seg frá at vera ópolitiskt innløguvirksemi til at vera eitt av mest umrøddu politisku evnunum í Føroyum í dag. Ritgerðin greinar sambandið millum fiskiveiðimentan og fiskivinnupolitikk og grundgevur fyri, hvussu føroysk fiskiveiðimentan enn ávirkar avgerðirnar.

Politisk umboðan í Føroyum eftir broytingina til eitt valdømi

Én mand, én stemme, én værdi - En analyse af den politiske repræsentation på Færøerne efter ændringen i valgsystemet i 2007

Pól Rosenmeyer Wolles
Syddansk Universitet, 2015

Danskt mál

Ritgerðin vigerð politisku umboðanina í Føroyum eftir broytingina til eitt valdømi í 2007. Í sjálvum lógaruppskotinum frá 2007 vórðu nevndar fýra grundgevingar fyri at broyta valskipanina: 1) Javnaðari geografisk umboðan, 2) Tað slapst undan “spiltum” atkvøðum í smáu valdømunum (demokratiskt undirðskot), 3) Fleiri kvinnur fóru at blíva valdar á ting, 4) Minni av lokalpoltikki í Løgtinginum. Við støði í valúrslitinum frá 2008 og 2011 vigerð rtigerðin hesar fýra grundgevingarnar. Hildu grundgevingarnar? Hví, hví ikki? 

Samleikasamráðingar í Føroyaumhvørvinum í Keypmannahavn

Inconspicuously foreign: Everyday identity work within the Faroese diaspora in Copenhagen

Brandur Mortensen Nolsøe
Lunds Universitet, 2018

Enskt mál

Ritgerðin byggir á eina etnografiska kanning av føroyskum samleika í Keypmannahavn. Kannað verður, hvussu føroyingar í gerandisdegnum tillaga sín útvortis samleika eftir skiftandi interaktiónsreglum innan- og uttanfyri Føroyaumhvørvið í Keypmannahavn.

Samfelagsstríð ella sjúkrahússtríð? -um stríð og vald í føroysku fyrisitinigni

Samfundskonflikter eller sygehuskonflikter? - om konflikt og magt i den færøske selvforvaltning

Gestur Hovgaard og Rógvi F. Johansen
Roskilde Universitet, 1993

Danskt mál

Staðarsamleikin hjá Runavíkarøkinum - lívið eftir tunnilin, fyrireikingar til framtíðina.

Erla Weihe Johannesen
Fróðskaparsetrið, 2018

Danskt mál

Endamálið við serritgerðini var at kanna hvussu mátin menniskju fata støð, teirra staðarfatan, kann brúkast sum ein faktorur í strategiskari menning av støðum. Teoriin tekur støði í staðaridentiteti og mobiliteti í einum umbroytiligum samfelagið. Runavík bleiv brúkt sum case, av tí at mobiliteturin í økinum fer at broytast nógv, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk í 2020, og tí er brúk fyri at enduruppfinna staðaridentitetin í økinum 

Stakir uppihaldarar í Føroyum

Enlige forsørgere på Færøerne

Annika Antoniussen, Siri Sørensen
Danmarks Pædagogiske Universitet, 2009

Danskt mál

Hvørjar eru størstu avbjóðingar hjá støkum uppihaldarum í Føroyum? Serritgerðin viðger sosioøkonomisku støðuna hjá støkum uppihaldarum og børnum teirra. Kostnaðarmetingar fyri eitt húsarhald í Føroyum verður eisini gjørt upp. 

Serritgerðin byggir á kvantitativt og kvalitativt kanningararbeiði, ið bleiv gjørt í 2008/2009 .

Statur og smáborgarligur fiskiskapur

Stat og småborgerligt fiskeri - I den færøske samfundsformation

Tummas í Dali og Jógvan Mørkøre
Københavns Universitet, 1983

Danskt mál

Tillagingin hjá Føroyum og Grønlandi til Bolognatilgongdina

Færøerne og Grønlands tilpasning til Bologna-processen

Terji Beder og Rebekka P. Zelander
Aalborg Universitet, 2019

Danskt mál

Ritgerðin er ein viðgerð av, hvussu Føroyar og Grønland tillaga seg evropeiskum standardum innan hægri útbúgving.

Ritgerðin varpar ljós á krøv frá Bolognatilgongdini og ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum og Grønlandi. Eisini verða tvær ymiskar tilgongdir til Bolognatilgongina viðgjørdar, sum byggja á ymisk endamál og á ymiskar ambitiónir.

To Russia With Fish - Ein greining av føroyskum paradiplomati mótvegis Russlandi

To Russia With Fish - En analyse af Færøernes paradiplomati over for Rusland

Birita í Dali
Københavns Universitet, 2015

Danskt mál

Ritgerðin kannar, hvussu føroyskur uttanríkispolitikkur stýrir millum formellu vidurskiftini vid Danmark og viðurskifti vid ES at tryggja og styrkja um búskaparlig vidurskifti vid Russland.

Transscalar Governance of Climate Change: An Engaged Scholarship Approach

Lau Øfjord Blaxekjær
Københavns Universitet, 2015

Enskt mál

Valstríð hjá valevnunum – kunnu tey gera ein mun?

Kandidaternes kampagner - kan de gøre en forskel

Rógvi Nybo
Københavns Universitet, 2016

Danskt mál

Serritgerðin kannar valstríðið hjá einstøku valevnunum til løgtingsvalið 2015 og effektirnar av teirra valstríði. Í stuttum svarar ritgerðin spurningum, vit ofta seta tá valstríð er: Gera plakatirnar nakran mun? Flyta lesarabrøv og valfundir nakað? Kunnu lýsingar – traditionellar ella talgildar – vinna valevnunum nakrar aktvøður? Við at spyrja valevnini beinleiðis um teirra egna valdyst er serritgerðin í fyrsta lagi ein støðulýsing av valstríðnum í 2015. Við at halda svar teirra upp móti hvussu nógvar persónligar atkvøður tey fingu á valinum, er serritgerðin eisini ein effektkanning av valamboðunum. Við at nýta eina tillagaða útgávu av ‘Campaign Professionalization Index’ hjá Gibson og Römmele hyggur serritgerðin eisini eftir, í hvønn mun politisku flokkarnir kunnu sigast at føra professionaliseraði valstríð. 

Virðisgrundað leiðsla í føroysku miðfyrisitingini

Vӕrdibaseret ledelse i den fӕrøske centraladministration

Jóhann Lützen og Rókur Jákupson Jakobsen
Roskilde Universitet, 2008

Danskt mál

Hugt verður eftir hvørja ávirkan Virðisgrundað leiðsla hevur haft á arbeiðslívið í miðfyrisitingini

Vitanarstimbran: Ein greining av hvørjar umstøður stuðla undir at vitan uppstendur og deilist ímillum íverksetarar í einum skrivstovufelagsskapi

Vindensfacilitering - En analyse af hvilke betingelser der faciliterer at viden opstår og deles blandt iværksættere i et kontorfællesskab

Svend Højgaard
Danmarks Biblioteksskole, 2010

Danskt mál